Sýriskur andstøðuleiðari farin frá

Burhan Ghalioun, sum hevur staðið á odda fyri tjóðarráðnum í Sýrialandi, hevur lagt frá sær. Tjóðarráðið er ein fylking av andstøðubólkum, ið hava sum felags mál at fáa stýrið hjá Bashar al-Assad, forseta frá.

Men hóast teir eru samdir um málið, hevur ósemjan verið stór millum andstøðubólkarnar, og hetta er serliga komið undan kavi tær seinastu vikurnar, skrivar tíðindastovurnar. Ósemjan hevur havt við sær, at fleiri av bólkunum hava hótt við at fara burtur úr tjóðarráðnum.

Burhan Ghalioun (myndin) hevði boðað frá, at fekst ikki semja millum bólkarnar, vildi hann ikki standa á odda fyri tjóðarráðnum, og nú er hann so farin frá.