Í dag ella í morgin fer franski forsetin, Francois Hollande, at geva sýriska sendiharranum í París boð um at fara úr Fraklandi innan 72 tímar. Avgerðin er ein avleiðing av tilburðinum, tá 108 fólk, teirra millum 49 børn og 34 kvinnur, lótu lív í einum hópdrápi í sýriska býnum Houla seinasta fríggjadag.
Franski forsetin sigur, at hann hevur tikið avgerðina eftir at hava ráðført seg við aðrar leiðarar, og sýriski sendiharrin í París er ikki tann einasti, sum fær boð um at pakka kuffertið og at sleppa sær av landinum. Týski uttanríkisráðharrin, Guido Westerwelle, sigur, at sýriski sendiharrin í Berlin hevur longu fingið boð um at fara úr Týsklandi innan trý samdøgur.
Tíðindastovan DPA veit at siga, at teir sýrisku sendiharrarnir í Madrid, Rom og London fáa somu boð, og roknað verður við, at Kanada, Avstralia og USA fara at renna týðandi sýriskar diplomatar av landinum.