Sýriskir heryvirmenn flýddu til Turkalands

Sjey yvirmenn í sýriska stjórnarherinum komu í dag um markið til Turkalands, har teir boðaðu frá, at teir hava gjørt av at berjast saman við uppreistrarmonnunum ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta. Úr Turkalandi verður sagt, at teir sýrisku heryvirmenninir vórðu alt fyri eitt fluttir til eina legu í Hatay-landspartinum.

Tað hevur ljóðað fleiri ferðir, at sýriskir heryvirmenn eru flýddir til Turkalands. Tað hava turkisku myndugleikarnir eisini váttað, men teir vilja ikki siga, hvussu nógvar yvirmenn talan er um. Hinvegin er greitt, at umleið 112.000 sýrisk flóttafólk eru í Turkalandi.

Teir seinastu dagarnar hava ógvuliga harðir bardagar verið í Sýrialandi millum stjórnarherin og uppreistrarmenn. Bara í gjár doyðu umleið 250 fólk.