Sárini slikkað á Sandi

Bæði B71 og VB/Sumba vóru væl við, men fingu einki burturúr síðsta umfarinum

Felags fyri sandoyingar og samansetta suðuroyarliðið var í 17. umfari, at tey vóru heilt væl við, men tá ið tað var liðugt, høvdu tey einki fingið burturúr.

Sandoyingar misnýttu stórar møguleikar í Gundadali, meðan støðan framvegis var málleysur javnleikur. VB/Sumba var á odda, inntil tað restaði lítil løta, og í yvirtíðini mistu teir alt ímóti EB/Streymi.

- Vit kunnu ugga okkum við, at vit leikliga vóru væl við. Við størri nærlagni framman fyri málinum kundu vit havt rokkið í minsta lagi javnleiki. Men fyri fimtu ferð í ár fóru vit av vøllinum uttan at hava skorað. Tó eru vit við 28 málum millum mest skorandi liðið, verður staðfest í B71.

Í Vági royna tey at fokusera upp á stóru avbjóðingina og harvið at leggja aftur um bak óhepnu gongdina, sum kom í, tá ið teir høvdu mist á stokkinum á heimavølli síðsta sunnudag.

- Stigatalvan vísir, at støðan er hættislig hjá okkum, men vit fara at stríðast alt tað, sum vit eru mentir fyri at sleppa upp um niðurflytingar strikuna, siga tey í VB/Sumba.