Seks ára gamli Magnus brendist illa, tá ein vaksin á Østre Skole í Thisted stoytti eldfima brennivætu á bálið, sum børn stóðu rundan um.
Eftir hendingina, fekk hann brunasár um alt andlitið, og serliga var talan um tvey djúp sár, eins og annað oyra brendist illa.
Nú eru nakrir dagar síðan hendingina, og eftir góða viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum - av serfrøðingum innan brunasár - sær andlitið á tí seks ára gamla nú nógv betri út.
Leygardagin slapp Magnus heim til systkin síni í Thisted, men hann skal aftur á Ríkissjúkrahúsið fríggjadagin, har læknar endaliga skulu meta um, hvørt húð skal transplanterast ella ikki.
- Útlitini til, at alt kemur at laga seg uttan sjónlig mein eru 95%, sigur pápi Magnus. Jesper Mørch Jensen við danska Ekstrablaðið, haðani hesar myndirnar eisini eru.
Pápin sigur, at nú eru sárini, sum Magnus fekk, komin har til, at hann hevur hug at pilka tey, men tað skal hann ikki.
- Tí liggur hann í handskum um náttina, so hann ikki sleppur at pilka sárini, sigur pápin, Jesper Mørch Jensen.