AB hevur havt eina minniliga steypakapping í ár við útisigri ímóti NSÍ í áttandapartsfinaluni og við sigri á EB/Streymi aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping í fjórðingsfinaluni. Men í hálvfinalunum rakk tað ikki. AB tapti í kvøld 1-4 ímóti HB á heimavølli, og harvið 1-6 samanlagt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við stinna verjuskansan hjá AB, Sørin Nygaard Samuelsen aftaná dystin úti í Vika á Argjum.
Sørin Nygaard Samuelsen staðfestir, at tá HB javnaði til 1-1 gjørdist tað sera tungt hjá honum og liðfeløgunum. At skora ímóti HB er ikki so lætt í sær sjálvum, og so slettis ikki trý mál.
Sørin Nygaard Samuelsen slær tó fast, at hann og liðfelagarnir gjørdu teirra besta, og royndu alla tíðina, men tað rakk bara ikki. Hann heldur tó, at AB hevur havt eina minniliga steypakapping í ár.
HER ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fimm málunum sum komu á Argjum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari. Les eisini samanumtøkuna hjá Jóannesi Hansen.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Trónd Jensen hjá HB hoyrist HER