Sørin Olsen 20 ár hjá Ivan

1. mars hevði Sørin Olsen arbeitt í 20 ár hjá Ivan Johansen Bilum í Havn. Hesi 20 árini hevur Sørin havt ymiskar uppgávur í fyritøkuni, m.a. hevur hann staðið fyri rustviðgerðini av bilum. Hann hevur við sínum arbeiðssemi og røkiskapi verið við til at viðlíkahildi virkisbygningin og verkstaðin. Á tann hátt hevur hann verið við til at ment fyritøkuna, til tað hon er í dag. Sørin er ættaður úr Streymnesi og býr á Argjum.