Einki bendir á, at stýrið í Sýrialandi er sinnað at slaka fyri trýstinum uttaneftir. Aftur í dag vóru samanbrestir, og minst 13 fólk eru deyð.
Arabiska Samgongan gav sýrisku leiðsluni tríggjar dagar til at steðga teirri harðrendu framferðini ímóti mótmælisfólki. Noktar stjórnin at gera eftir kravinum, verður Sýrialand koyrt úr samgonguni, og hini 22 limalondini fara at seta tiltøk í verk ímóti Sýrialandi.
Freistin hjá Arabisku Samgonguni rennur út á midnátt í kvøld, og eygleiðarar vænta, at samgongan fer at taka síni fyrstu stig ímóti Sýrialandi longu í morgin. Roknað verður við, at í fyrstu atløgu verða teir sýrisku sendiharrarnir í hinum arabisku londunum rendir til hús, og síðani verða ymisk onnur tiltøk sett í verk fyri at leggja trýst á stýrið í Damaskus.










