Sýrialand nýggja stjórn

Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, kunngjørdi í einari sjónvarpsfráboðan í dag, at hann hevur tilnevnt nýggja stjórn. Tjóðartingsval var í Sýrialandi fyri knappliga tveimum mánaðum síðani, men andstøðan tók ikki lut í valinum.

Riad Hijab er forsætisráðharri í teirri nýggju stjórnini, Walid al-Muallem heldur fram sum uttanríkisráðharri, og verjumálaráðharrin og innanríkisráðharrin eru eisini teir somu.

34 ráðharrar eru í teirri nýggju stjórnini, og teirra fremsta uppgáva er at fáa enda á uppreistrinum, sum higartil hevur kostað umleið 15.000 mannalív. Sambært andstøðukeldum hava 131 fólk latið lív teir báðar seinastu dagarnar.