Sýrialand koyrt úr Arabisku Samgonguni

Arabiska Samgongan hevur ógildað limaskapin hjá Sýrialandi, og landið sleppur ikki upp í samgonguna aftur, fyrr enn Bashar al-Assad, forseti, fullførir eitt friðaruppskot, sum samgongan gjørdi herfyri.

Samstundis sigur Arabiska Samgongan, at hon er til reiðar at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti Sýrialandi, og at londini í samgonguni fara at taka sínar diplomatar úr Sýrialandi. Samgongan mælir sýriska stýrinum til at steðga teirri harðligu framferðini hjá herinum ímóti mótmælisfólki, og samgongan sigur seg vera sinnaða at tingast við sýrisku andstøðuna.

ST metir, at umleið 3.500 fólk hava latið lív, síðani mótmælini ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaðu í vár, og fleiri lond í Vesturheiminum hava fýlst á, at Arabiska Samgongan hevur víst gongdini í Sýrialandi ov lítlan ans.