Sýrialand hevur hópoyðingarvápn

George W. Bush, forseti vil vera við, at Sýrialand hevur evnafrøðilig vápn.

-Vit halda, at Sýrialand hevur evnafrøðilig vápn.

Tað segði amerikanski forsetin, George W. Bush, um vikuskiftið. Frammanundan hava bæði Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri og Colin Powell, uttanríkisráðharri ávarað Sýrialand ímóti at hjálpa tí, sum er eftir av stýrinum hjá Saddam Hussein í Irak.

Skuldsetingarnar um hópoyðingarvápn vóru tann fyrsta orsøkin til, at USA og Bretland lupu á Irak, men amerikanski forsetin vildi ikki siga, um Sýrialand er í somu støðu sum Irak.

-Vit taka tað týdningarmesta fyrst. Vit eru í Irak nú, men eg vænti, at Sýrialand fer at samstarva við okkum, segði Bush og legði afturat, at Sýrialandi nýtist bert at samstarva.

-Sýrialandi nýtist at samstarva við USA og okkara sameindu. Landið eigur ikki at hýsa limum í Baath-flokkinum hjá Saddam Hussein ella hernaðarligum leiðarum í Irak, sum skulu standa til svars fyri gerðir sínar í Irak, segði Bush. Stutt frammanundan hevði Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri sagt, at Sýrialand ger fleiri mistøk í løtuni.

Sýriski uttanríkisráðharrin, Farouq al-Shara, vísti í gjár amerikansku skuldsetingunum aftur.