Súrepli móti krabbameini

Í seinastu útgávunu av blaðnum Journal of Agricultural and Food Chemistry er ein nýggj kanning, sum vísir sambandið millum tað at eta súrepli og vandan fyri krabbameini.

Granskarar við Cornell-universitetið vóru sera væl nøgdir við úrslitið av hesi kanning. Teir kannaðu rottur, sum fyrst høvdu fingið eitt evni, sum elvir til krabbameinssvullir. Síðan góvu teir nøkrum av rottunum súreplamos í trimum ymiskum nøgdum. Fyri menniskju svaraði nøgdin til, at tey ótu lutfalsliga eitt, trý ella seks súrepli um dagin. Hetta førdi við sær at rotturnar fingu ávikavist 17, 39 og 44 prosent færri svullir, enn tær sum ikki ótu súreplamos.

Hesir granskararnir mæla fólki til at eta súrepli fyri at verja kroppin móti krabbameini. Teir halda at hesin virkningur kemur av, at súreplini innihalda antioksidant, ið forða fyri krabbameini við m.a. at arbeiða ímóti reaktivum evnum í kroppinum. Evni ið annars kunnu vera krabbameinselvandi.

Ein onnur kanning, sum gekk fyri seg yvir 60 ár og fevndi um 3878 menn og kvinnur í Onglandi og Skotlandi, vísti, at tey sum ótu mest frukt sum børn fingu sjáldan krabbamein seinni í lívinum.

Kelda: Sunnhetsbladet