Sæð úr einum heilsuligum sjónarhorni var tað rættiliga skilagott av Evu at bíta í súreplið, tí týskar kanningar vísa nú, at súreplið er nógv sunnari enn aðrar fruktir. Granskararnir á lærda Jenas-háskúlanum eru komnir eftir, at súreplið er einki minni enn eitt undur. Ein vitaminbumba.
Í súreplinum eru vitaminirnar C, E, K, B1, B2, og B6, sum styrkja imunverjuna, og harafturat koma mineralir sum kalium, jod og zink, sum gagna stoffskiftinum, nervalagnum og vøddunum. Í súreplinum er eisini eitt plantuevni, sum kann mótvirka krabbameinskyknum, og har er eisini evnið pektin, sum setir kolesteroltalið niður og økir mongdina av góðum tarmbakterium, sum hjálpa við sodningini, um ein etur ov nógv eftir stuttari tíð.
Sambært granskarunum eru eisini aðrir fyrimunir við at eta súreplir. Eitt nú bendir nógv á, at tað kann verja tær kyknurnar í kroppinum, sum annars kunnu elva til Alzheimers og Parkinson.
At enda siga granskararnir, at tríggir fjórðingar av tí góða í súreplinum er í skalinum og í tí ytsta lagnum beint innan fyri skalið. Granskararnir siga eisini, at tað er umráðandi at skola súreplið væl, áðrenn tað verður etið.