Kendi danski sjónvarpsmaðurin, Søren Ryge Petersen, hevur aftur vitjað í Føroyum. Hesaferð snýr tað seg um lundafleyg í Mykinesi Søren Ryge Petersen ger nakrar av best umtóktu sjónvarpssendingunum í Danmarks Radio.
Vanliga síggja yvir 500.000 fólk DR-Derude sendingarnar hjá honum, sum allar hava tað í felag, at tær eru gjørdar úti í náttúruni.
Fleiri av sendingunum hava verið úr Føroyum, eitt nú tá skúvoyingar fóru í bjørgini í 2005, og í fjør var ein sending gjørd um fólkini í Stóru Dímun.
Nú hevur Søren Ryge Petersen aftur verið í Føroyum, og hesaferð er evnið lundafleygingin í Mykinesi. Søren Ryge Petersen var saman við myndamanninum Egon í Mykinesi í nakrar dagar, har teir filmaðu mykinesmenn tá teir fleygaðu lunda, men ikki minst, tá teir kjakaðust um, hvussu skal vera við fleygingini í framtíðini.
Áðrenn Søren Ryge Petersen fór aftur til Danmarkar sunnudagin, var hann ein túr undir Vestmannabjørgunum við Skúvadal. Her eru hann og myndamaðurin umborð á Froyi.
Sendingin um Mykines verður send á DR1 ólavsøkuaftan klokkan 19 føroyska tíð.









