Søren Lee er milum fremstu guitarleikarar í Danmark. Hann hevur havt lærarar millum stórmeistarar sum Jim Hall, John Scofield og John Abercrombie og Søren Lee hevur framført við t.d. Ray Brown, David Liebmann og Brad Mehldau.
Søren Lee er 33 ára gamal og er vanur at ferðast í bæði Europa og í USA og nú er leiðin løgd til Føroya. Við sær hevur hann kenda danska trummuleikaran Martin Andersen, ið eisini telist millum bestu danir á sínum ljóðføri og ungi og evnaríki føroyingurin Mikael Blak á kontrabassi er 3. limurin í Søren Lee Trio á ferðini í Føroyum.
Tónleikurin spennir víða. Frá vøkrum balladum til lyriskan jazz og háspentan triojazz og groove-kent tilfar.
Søren Lee Trio spælir umborð á Høganesi í kvøld 13/7 klokkan 20:00. Mikudagin spæla teir í Norðurlandahúsinum klokkan 16:00 og í Gamla Majarínum í Havn hóskvøldið klokkan 19:00.
Havnar Jazzfelag og Norðurlandahúsið skipa fyri vitjanini.









