Tað gekk einki serligt hjá danska álopsspælaran Søren Larsen í Schalke 04 farna kappingarári. Hann megnaði ikki at gera mál, sum hann plagdi at gera, og hann var ofta á beinkinum ella skaddur. Um vikuskifti skoraði Søren Larsen tó eitt hattrick, tá ið Schalke spældi venjingardyst ímóti einum úrvalsliði av amatørum. Ein annar danskur spælari, Peter Løvenkrands, skoraði tvey mál í sama dysti, sum endaði við 6-0 sigri.