Í annaðkvøld verður fundur fyri kvinnur úti í Nólsoy har Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, fer at greiða frá um fíggjarviðurskifti.
Tað eru tær báðar nólsoyarkvinnurnar, Guðrun Sundar Hansen og Katrina í Geil, sum skipa fyri. Tær eru annars báðar tilflytarar.
- Endamálið er at skipa fyri nøkrum tiltøkum fyri kvinnur í Nólsoy. Hetta er so fyrsta tiltakið, men vit ætla sjálvandi eisini at skipa fyri onkrum lættari tiltaki á kvinnudegnum 8. mars, sigur Guðrun S. Hansen.
Orsøkin til, at tað júst gjørdist Søren L. Bruhn og fíggjarviðurskifti er, at hann sigst at duga sera væl at greiða frá, og at konufólk ? sambært Guðrun S. Hansen ? ofta ikki geva sær so nógv far um fíggjarviðurskifti.
- Hetta hevur einki við reyðsokkarørsluna at gera, og Valkyrjurnar í Suðuroy eru íblásturin. Vit vilja bara sjóða kvinnurnar í Nólsoy saman við hugnaligum tiltøkum, og tað er galdandi fyri kvinnur í øllum aldri, bæði til gaman og álvara, sigur Guðrun Sundar Hansen.
Hetta fyrsta tiltakið, sum altso verður við Søren L. Bruhn, verður í Petersens Pakkhúsi í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19.30. Eftir fyrilesturin verður kjak við kaffi og køkum.