Tað, sum Søren Espersen sigur um rættindini til Landnyrðingsgrønland, ljóðar sum ein leivd frá einari farnari hjálandatíð, heldur Juliane Henningsen, fólkatingslimur Grønlendskir politikarar halda lítið um orðini hjá Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum um, at danir hava líka góðan rætt til landnyrðingspartin av Grønlandi sum grønlendingar, tí grønlendingar hava ongantíð búð har.
Fólkatingskvinnan Juliane Henningsen sigur við grønlendska útvarpið, at orðini hjá Søren Espersen eru ein ósømilig leivd frá danskari hjálandatíð.
Hon leggur afturat, at orð hansara standa í stórari andsøgn til leiklut Danmarkar sum undangonguland, tá tað snýr seg um rættindi hjá upprunafólki.