Søren Espersen: Føroyingar missa eingi rættindir við SU broytingunum

Søren Espersen sigur, at føroyingar og grønlendingar verða javntstillaðir við danir eftir nýggja uppskotinum hjá Dansk Folkeparti um SU

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, skrivar á heimasíðuni hjá Javnaðaflokkinum á Fólkatingi, at føroyingar eru í vanda fyri at missa lestrarstuðulin, nú Dansk Folkeparti hevur sett eitt uppskot fram í samband við samráðingar um fíggjarlógina, at útbúgvingarstuðulin skal ikki latast út uttan víðari.

 

Stutt sagt, so vil Dansk Folkeparti hava, at ein skal hava uppihildið sær í Danmark í sjey av seinastu átta árunum, fyri at hava rætt til pening frá SU, statens uddannelsesstøtte. Ætlanin var, at hetta einans skuldi verða galdandi fyri ES borgarar, men tað kundi ikki gerast, tí tað var at ger mannamun, um tað einans rakti nøkur fá. Tí máttu danir íroknast eisini.

 

Sjúrður Skaale sigur, at hetta kann raka føroyingar, ið fara niður til Danmarkar at lesa, tí tey hava jú ikki búð í Danmark í hesi sjey árini og tí eru tey í vanda fyri at missa SU í samband við lesnaðin í Danmark.

 

Søren Espersen, limur í Føroyanevndini fyri Dansk Folkeparti, sigur í samrøðu við in.fo í dag, at tað er einki hald í hesum, ið Sjúrður Skaale førir fram.

 

Dansk Folkeparti leggur ikki upp til, at gera mun á londunum í kongaríkinum í hesum føri, men at Grønland, Føroyar og Danmark eru at rokna sum tað sama í hesum føri.

 

Søren Espersen sigur, at tey hava ongar ætlanir um at gera mun millum londini í ríkisfelagsskapinum, men heldur hinvegin, so fáa øll júst somu rættindir.

 

- Tað merkir, at føroyingar hava júst somu treytir sum danir í hesum føri. Um tú hevur búð í Føroyum tey seinastu sjey av átta árum, so hevur tú fullan rætt til SU eftir okkara uppskoti, sigur Søren Espersen.