Eftir rokið, sum hevur verið í útlendingamálinum, var tað sjálvandi alt annað enn góðar fortreytir, sum sørvingar høvdu, tá teir í gjárkvøldi tókku móti oddaliðnum Fleyr.
Men sum tað so ofta hevur verið sæð fyrr, so førdu vána kringstøðurnar bara enn meira treiskni inn á SÍ-liðið. Við stórspæli frá serliga Jón Nielsen og Jóhan Petur á Stongum, góvu teir mótstøðuni ein skarpan gang, og tað eydnaðist eisini at vinna dystin.
3-1 gjørdist úrslitið, men sum settúrslitini staðfesta, so var talan um mest sum óhugnaligan spenning. Fyrsta settið varð sera drúgt, áðrenn heimaliðið skapti sær fyrimunin, og so leikaði tað annars sera javnt á. Ikki minst í seinasta settinum, har tað tó eydnaðist vertunum at taka stikkið heim.
Við sigrinum er spenningur av álvara aftur komin í meistaradeildina hjá monnum. Fleyr hevur annars verið í serflokki besta liðið fyrstu nógvu umførini. Tapið hjá teimum hesa ferð var soleiðis tað fyrsta á árinum. Og tó at teir enn mugu roknast sum favorittar, so gevur úrslitið hjá sørvingum trúgv uppá, at oddaliðið kann syftast.