Særdi fýra fólk við skotum

Løgreglan í amerikanska stórbýnum Los Angeles tók í morgun ein mann, sum hevði skotið eftir fólki á einari halloween-veitslu á einum lærdum háskúla í býnum í nátt.

Løgreglan sigur, at maðurin rakti minst fýra fólk, og at tað stendur um lív hjá einum teirra. Tað er ikki greitt, um byrsumaðurin og hini eru lesandi á lærda háskúlanum.

Løgreglan hevur avbyrgt eitt stórt øki kring lærda háskúlan, og tey lesandi, sum búgva har, hava fingið boð um at halda seg innandura og at læsa dyrnar, sigur CNN.