Ein fronsk tíðindakvinna og ein bretskur myndamaður, sum vórðu særd í einum rakettálopi á sýriska býin Homs í síðstu viku, eru nú smuglað úr Sýrialandi til grannalandið Libanon.
Talan er um tíðindakvinnuna Edith Bouvier, sum arbeiðir hjá franska blaðnum Le Figaro, og myndamannin Paul Conroy (myndin) hjá bretska blaðnum blaðnum Sunday Times, og sum skilst hava bæði tað gott eftir umstøðunum.
Tvey onnur tíðindafólk doyðu í rakettálopinum á Homs.
Altjóða Reyði Krossur royndi um vikuskiftið at fáa teir stríðandi partarnar í Sýrialandi at binda frið nakrar tímar, so felagsskapurin kundi flyta særd fólk úr landinum og lata neyðstøddum sivilfólki hjálp. Men tað miseydnaðist.