Sýrar skutu rakettir inn í Jordan

Myndugleikarnir í Jordan siga, at sýrar hava skotið fýra rakettir inn í tann norðara partin av landinum. Sagt verður, at rakettirnar brustu tætt við bygdina Torrah, sum er stutt frá sýriska markinum, og at ein genta varð særd.

Jordanski kunningarmálaráðharrin, Samih Maaytah, sigur við AFP-tíðindastovuna, at málið verður kannað, og at jordanski sendiharrin í Damaskus hevur handað myndugleikunum eitt mótmæli.

Sambært jordansku myndugleikunum eru meiri enn 150.000 flóttafólk komin hagar úr Sýrialandi, síðani ófriðurin har byrjaði.