Sýrar siga nei

Amerikanska stjórnin bað í síðstu viku stjórnina í Sýrialandi taka undir við einari ST-samtykt, sum skal geva ta endaligu heimildina til álop á Irak.
Sýrialand hevur í løtuni sæti í ST-trygdarráðnum, men stjórnin í Damaskus kunngjørdi sunnudagin, at hon fer ikki at taka undir við einum uppskoti, sum heimilar álopi á Irak. Sýriski uttanríkisráðharrin, Farouq al-Shara, segði, at sama hvussu ein møgulig nýggj samtykt verður orðað, so fara krígsóðir menn í USA og aðrastaðni at nýta hana sum skálkaskjól fyri einum álopi á Irak.
Sýrialand er tað einasta arabiska landið í ST-trygdarráðnum í løtuni.