Sára svimur ikki uttan at seta met

Sára Ryggshamar Nysted hevur sett enn eitt met á evropeisku Juniormeistarastevnuni, sum verður hildin í Hódmezővásárhely í Ungarn

Sjey føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum í evropeisku juniormeistarastevnuni í Hódmezővásárhely í Ungarn. Av hesum sjey er tað serliga Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, ið skarar framúr.

 

Mikudagin setti Sára føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam teinin við tíðini 4:59.73. Í gjár endurtók Sára bragdið, tá ið hon enn einaferð setti føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvjimjing. Hendan teinin svam hon við tíðini 4:22.79.

 

Og sigast má, at Sára Ryggshamar Nysted hevur sett eitt høgt støði fyri seg sjálva, tí at í morgun, triða dagin á rað, hevur hon enn einaferð sett føroyskt og juniormet. Hetta hendi í morgun, tá ið Sára Ryggshamar Nysted í 200 metra frísvimjing í langgeil svam teinin upp á 2:05.66.

 

Freistandi kann vera at vita, hvør átti hetta metið áðrenn. Tað gjørdi Sára Ryggshamar Nysted sjálv, tá ið hon í Reykjavík International Games í januar mánaði svam teinin upp á 2:06.76.

 

Sum tað sæst á myndin, so endaði Sára Ryggshamar Nysted eisini fremst av teimum átta luttakarunum, sum tóku lut í 200 metra frísvimjingini. Hinir svimjararnir vóru frá Ungarn, Portugal, Póllandi, Bosnia-Herzegovina og Slovenia.