Jón Bjarnason, venjari hjá Sáru R. Nysted, var beinanvegin greiður um, at okkurt var galið, tá Sára í gjár svam 200 m. frí. Sára sjálv føldi eisini øgiliga pínu meðan hon svam.
Jón greiður frá, at Sára var ikki til at kenna aftur í svimjingini. Hon sá at kalla handikappa út, og tá okur hava hugt eftir video’ini av 200 m frí kappingini, so er Sára ikki til at kenna aftur.
Sára sjálv føldi eisin sera stóra pínu meðan hon svam. Og eftir kappingina var eisini greitt, at ovasta rivjabein í høgru síðu var farið úr lið.
Rivjabeinið er nú sett uppá pláss av einum eysturískum kirokpraktori / fysioterapeauti, sum Jón Bjarnason kennir væl, skrivar sudurras.fo millum annað.