Sára í stórformi

Sára Ryggshamar Nysted við nýggjum meti

Sára Ryggshamar Nysted setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:29.98, skrivar svimjing.com.

 

- Eg havi ikki nakað serligt mál fyri 2017. Eg vóni at eg klári at seta fleiri persónlig met, segði Sára Ryggshamar Nysted við ÍtróttarSosialin fyrr í ár. Nú hevur longu sett fyrsta metið.

 

Hon átti sjálv farna føroyska føroyskt metið og juniormetið, sum var á 2:32.04, frá fyrstu føroysku meistarastevnu á langgeil í 2016. Sára Ryggshamar Nysted er fødd í 2001, og svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.