Sára Nysted nýtt føroyskt juniormet

Í hesum døgum verður HM í stuttgeil avgreitt í Kanada. Føroyar hava tríggjar svimjarar tilmeldaðir umframt tveir føroyingar sum svimja fyri Danmørk. Pál Joensen, Óli Mortensen og Sára Nysted svimja fyri Føroyar.

 

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon svam 100 frí uppá 57.43 sekund. Guðrun Mortensen átti nú farna juniormetið á 57.62, frá FM á stuttgeil í 2013. Og Sára var hartil bara 2 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá DM á stuttgeil í 2007, skrivar svimjing.com

 

Sára Nysted fekk annars ein snudd fyrradagin sum darvaði hennara svimjing í gjár, men hon sær tíbetur út til at vera komin fyri seg. Sára Nysted svimur aftur í morgin tá 100 metrar blanda er á skránni.