Sára telvdi eitt sera gott FM og helt tørn í oddastríðnum um FM-gullið, hóast fleiri sera evnaríkir unglingar lógu framvið í FM-orrustuni.
Serliga Rúni Tindskarð Jacobsen, úr Havn og Heðin Gregersen, úr Klaksvík vórðu nærmastir og vunnu ávikavíst silvurið og bronsuna, eftir sera væl avrikað FM.
Sára Traber Olsen verður harvið innritað í søguliga yvirlitið fyri FM-vinnarar í unglingum seinastu 40 árini.
Spennandi taktir, nú NM fyri gentur fer av bakkastokki í Íslandi um miðjan apríl, har Sára umboðar Føroyar.
Sí úrslit, støður og talvini á www.faroechess.com