Á Svangaskarði leingjast teir framvegis eftir ársins fyrsta sigri. Tað er merkisvert, at B68 seinastu ferðirnar hevur spælt við mest sum reinum toftaliði.
-Talan er um framgongd, og vit geva ikki skarvin. Tað eru nógv stig eftir at spæla um, og vit rokna tað framvegis at vera møguleika fyri at varðveita plássið í deildini, sigur Páll Guðlaugsson, venjari hjá B68.
Tað kemur illa við hjá B68, at tveir av lyklaspælarunum ikki eru tøkir. Óli Højgaard Olsen og Michal Przbylski eru báðir leikbannaðir. Esmar Clementsen, sum hevur staðið seg væl seinastu ferðirnar er skaddur í knænum, og Niklas Poulsen er framvegis skaddur í økslini.
Skálamenn iðra seg um, at tað mikukvøldið ikki eydnaðist at vinna pláss í steypafinaluni:
-Vit góvu alt, og vit vóru óhepnir, at vit ikki skoraðu tað málið aftrat, sum hevði borið finaluplássið við sær. Nú vaska vit vónbrotið burtur, og so ætla vit okum at reisa okkum ímóti B68. Hvíldartíðin er fýra samdøgur, men tað er eingin trupulleiki. Fótbóltsspælarum líka best at spæla dystir, sigur Pætur Dam Jacobsen.
Einasti skálamaðurin, sum ikki er tøkur, er Brian Jacobsen, sum er leikbannaður.








