Fótbóltur
ÍF legði fyri sum eitt óløgi í Vági sunnudagin. Longu áðrenn hinir dystirnir kring landið vóru byrjaðir, høvdu fuglfiriðingarnir mest sum gjørt greitt, hvar stigini skuldu.
Væl hjálptir av vindinum øgdu teir alt fyri eitt stórt trýst oman móti heimamálinum, og tað var eisini heilt skjótt, at hetta gav úrslit.
Frá 10. til 27. minutt sendu fuglfirðingar tríggjar bóltar í kassan, og so var dysturin mest sum avgjørdur.
Uppgevandi
Hóast bæði liðini í dystinum høvdu alt at spæla fyri, so var tað merkisvert, at heimamenninir als ikki tóktust eins gearaðir til uppgávuna, sum fuglfirðingarnir vóru tað. ÍF hevði lætt spæl í vindinum, sum teir høvdu undan, og fer eftir ferð var heimaverjan um ein háls í trýstinum, sum varð lagt á teir.
Nenad Saric legði gestirnar á odda eftir 10 minuttum, og bara níggju minuttir seinni stóð trý til gestirnar og einki til vertirnar. Í báðum førum var tað Atli Petersen, sum var skarprættarin. Nenad økti til 4-0 lítla løtu seinni, og so var tað mest sum fakta, at júst teir báðir málskjúttarnir hava verið glóðheitir seinastu tvey vikuskiftini. Tað vóru nevnliga eisini teir, sum stóðu fyri málunum, tá B36 fyri viku síðani varð sent heim úr Fuglafirði við ongum.
Vindurin vendi
Stutt undan steðginum minkaði Dan Djurhuus um munin fyri heimaliðið, men høvdu áskoðararnir nú væntað, at VB/Sumba fór at trýsta í undanvindinum, fóru tey skeiv í hesum.
Tí vindurin mest sum hvarv eftir steðgin. Vertirnir royndu tó at flyta nógv fólk niðan á vøllin, men veruligan spenning megnaðu teir ongantíð at skapa. Snøgt sagt, so var ov langt millum nakrar veruligar málmøguleikar, og hóast liðið kendi seg snýtt fyri einum brotssparki, so hevði hetta neyvan gjørt nakran mun í sjálvum sær.
Sær svart út í Suðuroynni
Úrslitið bar við sær, at ÍF nú er oman fyri niðurflytingarstrikuna, sum alt árið hevur verið ein støðug hóttan. Hvørt tað so eydnast at halda fast um hetta plássið veldst helst í stóran mun um, hvussu leikur fer, tá teir komandi umfarið fáa vitjan av B68.
Og júst tann dysturin ber við sær, at støðan hjá VB/Sumba tykist mest sum púrasta vónleys. Við dystum móti HB, NSÍ og Skála eru útlitini fyri fleiri stigum á ongan hátt ljósareyð, men roknast kann við, at í minsta lagi ein sigur í hesum trimum dystunum er neyðugur, skal liðið hava nakran sum helst kjans.