Portugal tók av møguleikanum, sum Danmark gav teimum fyrr um kvøldið, tá Danmark vann 1-0 á Svøríki í Parkini í Keypmannahavn. Portugal vann á heimavølli 3-0 ímóti Ungarn. Støðan í hálvleikinum var 1-0. Simao legði Portugal á odda, tá 18 minuttir vóru farnir av dystinum. Ungarn var væl við í fyrra hálvleiki, men í øðrum hálvleiki setti Portugal tingini uppá pláss. Tá eitt korter var eftir økti Bruno Alves til 2-0, og fimm minuttir seinni staðfesti Simao portugisiska sigurin. Portugal hevur nú eitt stig meira enn Svøríki, og portugisar taka ímóti Malta á heimavølli, so tað skal eitt risastórt undur til, um Svøríki skal vinna annað plássið í bólkinum. Sama kvøldið tekur Svøríki ímóti Albania.