Sær svart út hjá Patriki og Florø

Florø og Patrik Johannesen hava ikki vunnið í landskappingini síðani 8. apríl og liggja aftast av teimum 16 liðunum, við fimm stigum. Fýra av teimum fimm stigunum komu í teimum báðum fyrstu umførunum í kappingini, men síðani hevur felagið fingið eitt stig í sjey dystum.

 

2. hvítusunnudag spældi Florø móti HamKam, men heldur ikki hesa ferð bragdaði. HamKam vann ein tryggan 3-0 sigur, hóast støðan í hálvleikinum var 0-0.

 

Patrik Johannesen er framvegis skaddur og spældi tí ikki dystin móti HamKam. Hann spældi við trý tey fyrstu umførini og í fyrstu rundu í steypakappingini, men hevur verið skaddur síðani 18. apríl.

 

Hjá hinum føroyingafeløgunum í Noregi gongur betur. Brann liggur enn á odda í Elituseriuni, hóast leiðslan er tódnað nakað seinastu vikurnar, meðan eingin megnar at steðga Aalesund, og Sandnes Ulf fylgir teimum væl í oddastríðnum í OBOS-liguni.

 

Brann spældi 2. hvítusunnudag á útivølli móti Lillestrøm, men annan dystin á rað fekk oddaliðið í Elituseriuni einans eitt stig burtur úr. Hesum mátti eisini bíðast leingi eftir, tí ikki fyrr enn í 83. minutti eydnaðist tað Ludcinio Marengo at javna til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið. Gilli Rólantsson spældi allan dystin.

 

Leiðslan, sum var sjey stig, er nú tódnað niður í trý, og sunnudagin er tað júst nærmast, og argasti, kappingarneytin, Rosenborg, sum stendur fyri tørni í einum sannum oddabraki, tá Brann fer til Tróndheim á vitjan. Rosenborg fekk eina heldur trilvandi byrjan í ár, einans tvey stig eftir trý umfør, men síðani hevur sigursvanda felagið úr Tróndheimi vunnið sjey av átta dystum.

 

Oddabrak var tað í OBOS-liguni í gjárkvøldið, tá Viking fekk vitjan av Aalesund og Sonna Ragnar Nattestad. Aafk vóru ósigraðir undan dystinum og Viking megnaði heldur ikki at vinna á teimum. Støðan gjørdist 2-0 til Aalesund, sum liggur á odda í OBOS-liguni við 23 stigum. Viking er á øðrum plássið við 19 stigum. Føroyski landsliðsspælarin spældi allan dystin.

 

Sandnes Ulf, felagið hjá Ára Mohr Jónsson, liggur á triðja plássið við 18 stigum, aftaná at liðið vann 2-1 móti Tromsdalen 2. hvítusunnudag. Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri vesturnorska liðið.