Tað sær svart út fyri, at kommunurnar fara at yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum, soleiðis sum landsstýrið ætlar.
Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, KSF.
Mánadagin var annars stórfundur í landsstýrinum ímillum landsstýrið og KSF um ætlanina at leggja eldraøkið undir kommunurnar á nýggjárinum.
Á fundinum vóru landsstýrisfólkini í innlendismálum, fíggjarmálum og almannamálum øðrumegin og borgarstjórarnar í øllum teimum níggju limakommununum í KSF, hinumegin.
Ikki sannførdur
Men fundurin hevur ikki sannført formannin í KSF, um, at ein yvirtøka er komin nærri nú, enn hon var fyri fundin.
Tað eru nøkur viðurskifti, kommunurnar hava kravt, verða útgreinað áðrenn kommunurnar yvirhøvur vilja yvirtaka eldraøkið.
Ein avgerðandi spurningur er, at skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið, tilskila tær sær eisini rætt til at gera av, hvussu økið skal skipast og, hvussu bygnaðurin skal vera.
- Tískil hava vit gjørt greitt, at vit yvirtaka ikki eldraøkið við tí bygnaði, sum er í dag, tí vit vilja fáa rætt til at skipa økið, sum vit halda vera best hóskandi.
Eitt annað stórmál, sum semja ikki er um, er, hvussu nógvur peningur skal fylgja við frá landinum til kommununurnar fyri at yvirtaka eldraøkið.
Landsstýrið hevur víst á, at uphæddin skal vera góðar 300 milliónir um árið, men kommunurnar hava tvíhildið um, at tað er einar 100 milliónir ov lítið.
- Vit hava gjørt greitt, at vit vilja ikki yvirtaka eitt niðurpínt eldraøkið. Skulu vit yvirtaka økið, skal endamálið vera at menna tað, sigur Heðin Mortensen.
Tí verður tað rættiliga avgerðandi fyri eina yvirtøku, um landið og kommunurnar semjast um, hvussu nógvur peningur skal fylgja við frá landinum til kommunurnar, sigur formaðurin í KSF.
Neyðugt við eldralóg
Men fyri at kunna áseta tað upphæddina, er fyrst neyðugt, at vit fáa eina eldralóg, sum greitt ásetir eitt minstamark fyri, hvørjar tænastur, vit skulu veita eldri, sigur Heðin Mortensen.
- Ikki fyrrenn vit vita tað, ber til at áseta upphæddina fyri, hvussu nógv kommunurnar skulu hava frá landinum fyri at yvirtaka økið, sigur Heðin Mortensen.
Sostatt er nógv arbeiðið eftir gera, samstundis sum at tíðin fer at styttast.
Tí heldur Heðin Mortensen, at útlitini fyri at tað eydnast at yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum, eru smá.
Eldralógin skal smíðast viðgerast og samtykkjast í Løgtinginum og tað verður ikki einaferð í heyst í fyrsta lagi.
- Men hvussu skjótt politiska skipanin arbeiðið, verður so avgerðandi fyri, um eldraøkið verður yvirtikið á nýggjárinum, í juli næsta ár, ella ikki fyrrenn í 2015, sigur formaðurin í KSF.










