Danskt vinnulív og Føroyar
Jan Müller
Eitt av teimum mongu útlendsku oljufeløgunum, sum hevur brúkt munandi upphæddir til at verða við í oljuleitingini við Føroyar er almenna danska orkufelagið Dong. Herfyri fekk felagið Dong nýggjan stjóra. Tað er Anders Eldrup, sum seinastu 28 árini hevur arbeitt í Fíggjarmálaráðnum, harav 10 sum ovasti embætismaður ella departementsstjóri. Harvið hevur hann eisini havt ávíst tilknýti til spurningar, sum viðvíkja Føroyum. Hann hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum eitt nú tá hann í 70-unum var limur í Ráðgevandi Nevndini við Anders Ølgaard á odda.
Nú hevur hann so tikið við stjórastarvinum í øðrum av oljufeløgunum í Danmark. Hetta kemur tó ikki heilt óvart á hann, tí seinastu 10 árini hevur hann verið nevndarlimur í Dong. Undanmaður hansara var Holger Lavesen, sum seinastu árini av síni leiðslutíð legði stóran dent á nettupp luttøkuna hjá Dong í Føroyum. Í so máta er eingin broyting. Nýggi stjórin sær Føroyar sum eitt av »heitu« áhugaøkjunum hjá felagnum, sum nú av álvara er við at gerast altjóða viðurkent leitifelag.
Herfyri vitjaði Sosialurin inn á gólvið hjá Dong í Hørsholm, har tað eisini arbeiða fleiri føroyingar. Anders Eldrup tekur ímóti og sigur seg alt fyri eitt vera sera fegnan um at hava føroyingar í arbeiði ikki minst nú Dong er við í leitingini við Føroyar. Hann sær fegin eitt breitt samstarv við føroyingar, ikki bara á oljuøkinum men eisini á øðrum orkuøkjum so sum innan vindmyllur.
Vildi royna nakað nýtt
Men hví fara úr tí kenda Fíggjarmálaráðnum eftir so mong ár og út í eina heilt nýggja og øðrvísi bransju?
-Tíðin var komin at royna nakað nýtt. Havi sjálvur verið nevdarlimur í felagnum í 10 ár og eri eg tí sera fegin um at sleppa at royna meg í sera spennandi dagliga arbeiðinum hjá fyritøkuni.
Hansara mál í Dong er at byggja víðari á tað góða fundament, sum longu er bygt upp og troyta ta støðu, sum verður, tá marknaðurin verður fult liberaliseraður. Tað merkir at royna at gera Dong til ein góðan og effektivan luttakara á danska orkumarknaðinum.
?Eg vil fegin sleppa at vísa, at statsmonopolið Dong eisini kann klára seg væl, nú tá marknaðurin skal vera fríur.
Tað nýggi Dongstjórin sipar til er tann sannroynd, at tað nú er møguleiki hjá útlendskum gassframleiðarum at koma inn á danska marknaðin. ?Vit mugu síggja tann veruleika í eyguni, at vit fara at missa nakrar kundar, nú vit fáa eina veruliga kapping á danska gassmarknaðinum. Hann letur tó ongan iva standa um, at Dong fer at klára seg væl í hesi kappingini. Danski gassmarknaðurin hevur longu í eina tíð verið lutvíst opin fyri fríari kapping. Hóast hetta hevur Dong enn ikki fingið kapping.
Tá vit spyrja Anders Eldrup, um tað í hesum privatiserings- og liberaliseringstíðum er serliga heppið við einum almennum orkufelag sum Dong vísir hann á, at í eini uppbygginartíð at kunna fara undir at brúka gass í heimum kring Danmark, skuldu risastórar samfelagsligar íløgur gerast í bæði rørleiðingar og annan infrastruktur. Tað var í 30 milliarda klassanum. Tá so er, tá er klókt av einum samfelag at taka málið í egnar hendur fyri at tryggja, at hetta hendur. Henda útbygging heldur fram. Tað er annars í umbúnað eisini at leggja rørleiðingar til bæði Pólands og Bretland.
Hvussu Dong so skal skipast í framtíðini, tað mugu komandi ættarlið taka avgerð um heldur avgjørdi men eisini sera vinsæli orkustjórin.
Við í oljuleiting aðrastaðni
Í dag er Dong eingin dvørgur á danska marknaðinum. Talan er heldur um eina fyritøku í stórari menning, eina fyritøka, sum bæði virkar innan olju og gass, og sum vil vera til taks hjá donsku brúkarunum. Felagið luttekur eisini í leiting í Norðsjónum.
Stóra avbjóðingin hjá Dong og her ikki minst nýggja stjóranum eru møguleikarnir hjá felagnum at vera við í oljuleiting uttan fyri danska sokkulin. Frá í ár av hevur Dong nevniliga fingið loyvi til at vera við í leiting uttan fyri danskt øki eisini, nakað, sum Dong við Anders Eldrup sum stjóra fer at leggja størri dent á komandi árini.
Dong við í 40 lisensum á donskum øki. Haraftrat ætlar felagið at vera meira virkið í øðrum økjum, eitt nú í bretskum øki skamt frá føroyska markinum. Ætlanin er at bora tveir brunnar har. Tað er m.a. í samstarvi við somu felag, sum Dong arbeiðir saman við á føroyskum øki. Í øðrum loyvinum samstarvar Dong eisini við Texaco og OMV.
Dong arbeiðir eisini við ætlanum um at gerast eitt elfelag, soleiðis at felagið kann hava enn fleiri vørur á hillunum. Felagið er væl við at gerast elframleiðara. Tað er við í eini offshore vindmylnupark á Falster og eigur 30% av hesi. Samlaða íløgan er 1,5 mia. kr.
Higartil hevur Dong mest arbeitt við at veita donskum húsarhaldum nátúrgass. Hetta er so eisini í tráð við góðan umhvørvispolitikk, ið støðugt fleiri og fleiri lond seta hægri krøv til. Anders Eldrup heldur gass vera gott brennievni, tí tað er reint. Dálkingin frá gassi er minni enn frá olju og koli. Tí verður eisini stórur dentur lagdur á at brúka gass í Danmark. Anders Eldrup heldur eisini, at vit úti í heimi fara at síggja størri eftirspurning eftir gassi heldur enn eftir olju og koli, eitt nú út frá einum umhvørvissjónarmiði.
Stóran týdning fyri búskapin
Í dag er Danmark útflytari av gassi til Svøríki og Týskaland og arbeitt verður við útflutningi til Póland frá 2004. Anders Eldrup dylur ikki fyri, at tað hevur stóran týdning fyri danska búskapin, at landið bæði er sjálvbjargið við gassi og kann útflyta tað. Í 80-unum var stór óvissa um búskapin. Hetta er nú heilt broytt, soleiðis at Danmark í dag er væl fyri og skyldast hetta eisini væleydnaða oljuídnaðinum. Við hesum liggur eisini ein ábyrgd.
?Okkara ættarlið hevur fingið tað stóra aktiv at kunna troyta orkuna í undirgrundini, og her hevur so fólkatingið sagt, at vit skulu brúka tey góðu árini við olju- og gassinntøkum til at minka um skuldina, soleiðis at næsta ættarlið, sum kanska ikki hevur líka nógva olju og gass, ikki skal hava nakra skuld at dragast við.
Seinastu tíðina hevur verið frammi í donsku miðlunum og á fólkatingi, at oljufeløgini áttu at verið harðari skattað. Uppá fyrispurning um hann heldur, at staturin letur oljufeløgini sleppa ov lætt, tá talan er um skatting sigur Anders Eldrup, at vit mugu gera okkum greitt, at vit her hava við eina bransju at gera, sum krevur stórar íløgur. -Nógvar av íløgunum verða til fánýtis, tí nógvar av boringunum geva ikki tað nøktandi úrslitið. Skal ein slík vinna yvirliva uppá longri sikt, so er man noyddur til í tíðarskeið at hava stórar inntøkur, sum kunnu mótvirka ringu tíðunum. Og í byrjanini byrjar man oftani við negativum boringum og undirskoti, og tí má tað seinni í tilgongdini vera ein góð inntjening. Ein kann so altíð práta um, antin hetta er ov nógv ella ov lítið. Tað hevur verið uppá tal at skatta oljufeløgini harðari, men tað fer helst neyvan at henda undir eini borgarligari stjórn.
Dong Føroyar
Dong má í dag sigast at sita á fyrstu parkett á føroyska oljupallinum.
Tí tað er við í loyvinum hjá The Faroes Partnership, við 17%. Hetta er júst samtakið, sum nú um dagarnar kundi boða frá, at tað hevði gjørt eitt kolvetnisfund á landgrunninum. Anders Eldrup sigur, at teir longu hava brúkt munandi upphæddir í hesum arbeiði. Sosialurin skilur, at talið er omanfyri 50 mill. kr. Nýggi Dongstjórin heldur sjálvur, at økini teir hava fingið lisens í báðumegin markið jarðfrøðiliga eru sera áhugaverd. Tað er tí einki dulsmál, at Anders Eldrup eisini er sera fegin um at vera við í fyrsta oljufundinum í Føroyum, tó at vit ikki í dag kunnu siga, um tað er eitt lønandi fund.
Anders Eldrup roknar við, at teir fyribils fara at halda til á skrivstovuni hjá Amerada Hess í Havn. Men verður eitt stórt fund gjørt, so kann roknast við, at felagið letur upp egna skrivstovu og fær síni egnu umboð.
Dong er so eisini við í leiting í Grønlandi. Boringin í fjør gekk ikki væl, og nú umhugsa feløgini, ið vóru við har, hvat tey skulu gera. Dong er við sum partnari í Nunaoil. Hini útlensku feløgini har eru Statoil og Philips.
Dong hevur tikið upp samstarv við SEV um uppsetan av vindmyllum. Samráðst verður um eitt samstarv á hesum øki. SEV er í løtuni við at gera eina frágreiðing um møguleikar og tørv á at seta upp vindmyllur. Í løtuni er Dong við at fáa nógvar royndir á vindmylnuøkinum við sínum íløgum í Danmark. -Vónandi kunnu royndirnar úr Danmark brúkast í Føroyum eisini og vónandi kemur okkurt gott burtur úr samarbeiðinum við SEV, so kann verða talan um at seta upp fleiri vindmyllur sigur Anders Eldrup.
Hann heldur tað vera spennandi at kunna vera við til at menna vindorku í Føroyum.
Stór fund og ávirkan
-Sum fíggjarmaður og nú sum olju- og gassmaður, hvønn týdning heldur tú eitt ella fleiri stór olju- ella gassfund kunnu fáa fyri Føroyar?
-Út frá einum búskaparligum sjónarhorni vil hetta vera gott fyri Føroyar. Men tað er greitt, at ein skal hugsa seg væl um, hvussu man skal fyrihalda seg. Norðmenn hava roynt at handfara síni stóru fund við klókskapi og við sínum oljugrunni syrgt fyri, at vanligi norski búskapurin framvegis kann virka. Í einum lítlum samfelag sum tí føroyska skal man kanska hugsa enn meira um, hvussu nógv kann henda í einum lítlum búskapi, tá so stórar kreftir verða sleptar leysar. Man má vera vitandi um hetta. Men sum sagt eru mong dømi um, at klók samfelag hava skilt og megnað at handfara hetta.
-Sær tú ein vanda í, at nógvir oljupengar bara koma ístaðin fyri ein blokk úr Danmark tvs. at talan verður um pengar, sum bara koma inn í samfelagið, uttan at vit hava gjørt nakað munandi fyri at fáa teir?
-Um politikararnir eru nóg umhugsnir og tað í góðari tíð, tá kann man t.d. hegna oljuinntøkurnar inni, so tær ikki kunnu brúkast við tað sama. Men tað er upp til politikararnar at gera av, hvussu møguligar oljuinntøkur skulu fyrisitast. Tað er ikki nakað, sum Dong leggur seg út í. Okkara uppgáva er at leita eftir og framleiða møguligar olju- og gassgoymslur. Og har eru vit sera fegnir um at kunna vera við í Føroyum, har tað eru bæði stórar avbjóðingar og góð prospekt ? møguleikar.