- Vit kunnu ikki annað enn staðfesta, at arbeiðarafeløgini hava sagt sáttmálan upp.
- Og so taka vit tað haðani frá, leggur hann afturat.
Johan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, hevur nakrar serligar viðmerkingar til tann veruleika, at arbeiðarafeløgini nú hava sagt sáttmálarnar upp
Hann sigur, at nú bíða tey eftir til samráðingarnar vera og so taka tey tað, sum tað kemur.
Sostatt hevur hann heldur onga viðmerking til eitt møguligt krav um lønarhækkingar.
Kortini staðfestir hann, at vinnan kemur at hava tað ivaleysa tungt hesa næstu tíðina og so frægt hann dugir at síggja, er ongin bati at hóma úti í havsbrúnni.
- Í løtuni sær rættiliga myrkt út. Tað gongur sjón fyri tí hvønn einasta dag, leggur hann afturat.
Og hann staðfestir eisini, at veruleikin er rættiliga einfaldur. Og veruleikin er, at ein og hvør broyting fer sjálvandi at ávirka vinnuna tann vegin, sum broyting er.
Tað, hann leggur í hetta, er, at økjast byrðarnar hjá vinnuni, verður kappingarførið tað verri. Og lætna byrðarnar, verður kappingarførið sostatt eisini tað frægari.
Tað einasta, hann vónar, er at samráðingarnar verða góðar og at útgangsstøðið verður tikið í tí veruleika, vit liva í.
Men hann fegnast kortini um, at arbeiðarafeløgini ætla at samráðast í felag, tí tað gera samráðingarnar lættari.
Les eisini greinina: Hægri tímaløn kann
føra til minni arbeiði