Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Húsini hava nógvar metrar av útstillingarveggi, Sofus Olsen sigur, at her verður gott pláss fyri teimum 115 listaverkunum, sum hann hevur savnað ígjøgnum eitt langt lív, sum listasavnari. Fyrsta listaverki var keypt í 1961.Her er talan um einamest føroysk listarfólk, men onkur útlendingum er ímillum.
Málningarnir hava flest allir eina søgu, summir eru keyptir, onkur er enntá vunnin í lutakasti í norðurlendskum felagskapi, eisini er ein málningur, sum Sofus ikki veit, hvør hevur málað. Her eru oljumálningar, vatnlitsmyndir og trykk. Motivini eru nógv og ymisk, og eisini eru nógv listarlig rák umboðað.
Øll tey stóru
Hetta man verða eitt tað mest forkunnuga privatsavnið í Føroyum, við útvaldum málningum av Ingálvi av Reyni, Samuel Joensen Mikines, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen bert fyri at nevna nøkur fá av teimum mongu. Savnið hevur uppiborðið at verða sýnt fram í góðum karmum, og teir karmarnir veita nýggju húsini.
Rindar sjálvur kostnaðin
Sofus Olsen sigur, at hann hevur arbeitt við hesið ætlanini seinastu fimm árini. Men hann vildi verða liðugur við allar fyrireikingar, áðrenn hann fór til Sands kommunu við umsóknini. Hann setti seg tí í samband við arkitektin J.P. Gregoriussen um at tekna savnið og við Articon um at taka sær av allari byggingini.
Sofus rindar sjálvur allan kostnaðin fyri byggingina av húsinum, og kostnaðurin verður yvir tvær millíonir. Sands kommuna hevur játtað at rinda helvtina av mvgnum, og Mentamálaráðið hevur, um rúm verður fyri tí á fíggjarætlanini fyri 2006, játtað at rinda hina helvtina. Ein nevnd fer at standa fyri rakstrinum. Húsini verða liðug fyri jól, men enn er tó einki avgjørt um, nær savnið letur upp.
Halda savnið á føroyskum hondum
Umframt at byggja hølini letur Sofus savninum alt sítt listasavn. Hann sigur, at høvuðsorsøkin til hesa verkætlan er at tryggja, at hansara málningar verða verandi á føroyskum hondum. Hann heldur, at tað er óheppið, um eitt slíkt savn gleppur okkum av hondum.
Mitt í bygdini
Savnið fer at liggja mitt í bygdini oman móti niðara bygdavegnum. Húsini eru í tveimum hæddum og verða klødd við viði. Flest allir gluggar eru í hornunum á húsinum, soleiðis at tey ganga minst møguligt út yvir veggjaplássið. Í niðaru hæddini verður umframt eitt stórt framsýningarhøli, vesi, fýrrúm og eitt arbeiðsrúm, meðan ovara hædd, øll er eitt stórt framsýningarhøli. Ein partur av takinum er úr glasi, og hetta gevur framsýningarhølinum dagsljós.
Toft verður tikin niður
Sofus eigur sjálvur grundstykkið har savnið verður bygt, og eisini gomlu húsini, sum liggja á stykkinum, hesi sleppa at liggja órørd. Húsini eru barnaheimið hjá mammu Sofus, og Sofus búði fyrstu árini av lívi sínum her. Abbi hansara bygdi tey einaferð í nítjandu øld. Seinni eru teir veggirnir, sum eru úr viði skiftir út, Grótveggirnir eru eisini væl lagaðir. So húsini eru í rættuliga góðum standi. Sofus sigur seg tó ikki hava nakrar ætlanir við hesum húsunum, ikki enn í øllum førum, nú er tað listasavnið, sum er á skránni.
Ein toft av einum gomlum húsum liggur har savnið fer at standa. Húsini vórðu lupprunaliga lagaði til ein heimleysan mann, tá hesin doyði, keypti abbi Sofus Rasmus Rasmussen húsini. Hann var timburmaður og brúkti tey til verkstað, seinni vóru tey eisini brúkt til fjós.
Toftin er illa rapað og rapar alsamt meira. Royndir eru gjørdar at varðveita hana, men lagingin er ov vánalig, og grótið er ikki av besta lagingargróti. Toftin verður tí tikin niður, men steinarnir verða varðveittir á økinum.