Sær ikki veruleikan í eyguni

Tað undrar stórliga stjóran á Rás2, Jonhard Hammer, at Bill hevur valt at melda Rás2, vertirnar og ein ónevndan gest á rásini fyri at hava tosað positivt um hassj. – Men tað er kanska penari bara at tiga trupulleikan burtur, sigur Jonhard Hammer

Tað var sendingin »Vinstra víkiskylda«, sum tær báðar, Barbara Holm og Tjóðhild Patursson eru vertir fyri, ið eftir øllum at døma fekk sinnið í kók hjá Bill Justinussen. Í hvussu er sigur hann seg hava meldað Rás2, teir báðar vertirnar og ónevnda mannin, sum tær báðar tosaðu við í Rásarúminum í sendingini í síðstu viku.

Evnið í hesum partinum av sendingini var hassj og at varpa ljós á evnið høvdu vertirnir fingið ein ónevndan mann, sum sjálvur í sendingini viðgekk, at hann nýtir evnið, í Rásarúmið at tosa um sínar royndir.

Rás2 hevur nú í eina tíð havt fokus á trupulleikan, og tað var í einum framhaldi av hesum, at maðurin var biðin at koma í Rásarúmið.

Stjórin á Rás2, Jonhard Hammer, skilir als ikki, at Bill skal hava tikið hetta stigið.

- Lat meg fyrst siga, at eg eri ógvuliga fegin um, at Bill Justinussen er ein trúgvur lurtari hjá Rás2, ikki bert tá tíðindasendingarnar eru fyri, men eisini til hvørja undirhalds- og samfelagsliga sending hjá okkum, sigur Jonhard Hammer.

Hann vísir á, at tað nú er ein mánaður síðani, at Miðlahúsið setti fokus á trupulleikan við hassj í Føroyum. Hetta hendi við einari samrøðu í Sosialinum við Beintu Joensen, rúsevnisráðgeva, sum vísti á, at tað flýtur við rúsevnum í Føroyum.

- Hon vísti á, hvussu støðan er á hesum økinum í Føroyum, og vit hava síðani roynt at varpa ljós á trupulleikan og lýst málið frá fleiri síðum við tí fyri eyga at skapa eitt kjak, sigur Jonhard Hammer.

 

Brúka tíðina skilabetri

Stjórin á Rás2 metir, at trupulleikin við rúsevnum í Føroyum er ógvuliga stórur, og at tað tí er neyðugt at skapa eitt kjak um evnið, sum kann føra til eina betran av støðuni. Og fyri at kunna skapa eitt kjak er neyðugt, at fólk vilja stilla upp og tosa um tingini, og tað ber sjálvandi ikki til at stýra tí, sum verður sagt í einari beinleiðis sending.

- Vit taka sjálvandi ikki undir við rúsevnum, men vit vilja fegin varpa ljós á, hvussu vandamikil hesi rúsevni eru.

Tað undrar hann, at Bill Justinussen roynir at steðga kjakinum um rúsevnir í Føroyum.

- Tað er kunning og upplýsing sum hjálpir, og ikki bara at seta forboð, sigur stjórin á Rás2.

Hann væntar kortini, at løgtigsmaðurin kemur upp á betri tankar.

- Eg rokni við, at Bill Justinussen fer at hugsa seg um og taka meldingina aftur, og heldur lata løgregluna nýta tíðina upp á at fanga tey, sum ganga runt í Føroyum og selja ólógligu rúsevnini, sigur Jonhard Hammer.

Hann heldur, at Bill Justinussen mátti verið serliga áhugaður í tí, eftir sum júst hansara øki sigst vera eitt hitt mest belastaða í landinum í so máta.

- Men tað er kanska penari bara at nokta fyri at síggja tingini í eyguni og bara tiga alt burtur og lata sum um trupulleikin ikki er til, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2 í viðmerking til meldingina av støðini og vertunum.

 

Ómansligt

- Eg haldi, at tað er sera ómansligt av einum eldri politikara sum Bill

Justinussen at melda tvær ungar kvinnur, sum gera eitt slóðbrótandi arbeiði

við at senda útvarp til ungfólk og at upplýsa um vandar í samfelagnum, sigur

Jonhard Hammar.

Hann sigur, at Bill Justinussen heldur átti at brúkt sína dýrabæru tíð til

eitt nú at sett fram ein fyrispurning í løgtinginum til avvarðandi

landsttýrisfólk og t. d. spurt, hvat landsstýrið ger við hendan

trupulleikan.

- Men Bill Justinussen velur heldur at fara út í populistisku martyrrolluna,

sigur Jonhard Hammer.

- Eg havi spurt hann í morgun, hvat hann hevur gjørt við hetta málið, síðani

Sosialurin og Rás2 valdu at taka evnið upp fyri einum mánaði síðani, men

hann hevur einki gjørt, uttan at melda tvær ungar kvinnur á Rás2, sigur

Jonhard Hammer.