-Játtanarkarmarnir eru í lagi, men eg dugi ikki at síggja, hvaðani pengarnir skulu koma til tær uppraðfestingarnar, sum samgongan tosaði um, tá ið karmarnir vóru lagdir alment fram.
Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, vísti á, at onki stendur um sparingar, men í fleiri støðum verður tosað um økir, sum skulu uppraðfestast.
Hann helt ikki, at tær 80 milljónir krónurnar røkka nakra leið, tí ein stórur partur fer til lønar- og príshækkingar.
-Okkum manglar at síggja, hvat og hvar sparast skal, tí vøksturin uppá 1,8 prosent ber ongar uppraðfestingar, segði Bárður á Steig Nielsen.