Serliga á Svangaskarði hevur gongdin seinastu vikurnar verið framúr. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið full, og sigurin í Gundadali ímóti meistarunum í B36 var serliga søtur.
– Tað riggar væl nú, og tað er hugaligt, at teir, sum hava verið skaddir, eru komnir fyri seg, so tað nú er kapping um plássini, staðfestir liðformaðurin Jann Ingi Petersen. Brøðurnir Jónleif og Dánjal Pauli Højgaard vórðu skiftir inn ímóti B36, og nú venur Keita saman við hinum. Remi Langgaard var leikbannaður ímóti B36. Nú er hann tøkur aftur.
Um tað eydnast B68 at vinna fulla úrtøku ímóti KÍ, so verður ikki so langt fram til heiðursmerkjaplássini.
3-2 sigurin á NSÍ var tann fyrsti í ár hjá KÍ. Klaksvíkingar renna framvegis undan botninum. Ivan Joensen og Ísak Simonsen hava verið sannir brandar, síðani teir fingu møguleikan, og aðrir ungir spælarar hava víst, at tað er dugur í teimum, tá ið teir hava fingið møguleikan.
Tveir av ungu monnunum – Johan Jacobsen og Gunnar Christiansen – eru saman við veteraninum Heðini á Lakjuni skaðaplágaðir. Kristoffur Jakobsen er eisini sera ivasamur.
Leygardagin klokkan 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus.