Sær gott út hjá Mjølnir

Kappingin um gullið í meistaradeildini hjá kvinnum er ikki avgjørd enn, men tað hevði verið ógvuliga óvæntað, um ÍF skuldi forkomið gulldreymunum hjá Mjølnir í dag

Flogbóltur

Mjølnir kann við einum sigri á ÍF í KÍ-høllini í Klaksvík í dag tryggja sær føroyameistaraheitið, og tað má eisini metast sum ógvuliga sannlíkt, at heimaliðið fer at vinna á fuglfjarðakvinnum.

TB livir í vónini
Undan dystunum í dag eru tey bæði oddaliðini, Mjølnir og TB, jøvn í stigum, men Mjølnir hevur betur settmun, og tí fer FM-heitið til Klaksvíkar, um bæði liðini vinna sínar dystir.
TB fær í Trongisvági vitjan av avgjørda botnliðnum SÍ, sum møguligani spælir sín seinasta dyst í meistaradeildini hjá kvinnum fyribils, tá ið tær vitja í Trongisvági.
SÍ skal um eina viku spæla upp- og niðurflytingardyst móti Fleyr um seinasta sessin í meistaradeildini hjá kvinnum komandi kappingarár.