Fótbóltur
Teir eru skjótir at leggja eftir hvørjum øðrum, spælararnir á landsliðnum.
Eitt av ofrunum á ferðini til Eysturríki er Símun Samuelsen, sum ikki sá alt for snøggur út, tá hann saman við restini av ferðalagnum møtti á flogvøllinum í Vágum mikumorgunin.
Eitt stórt sár prýddi mest sum allan nasaryggin, og eisini á pannuni var okkurt skurslið at síggja.
- Tað er tað, sum kann henda, tá tú spælir fótbólt, og tað hendi so fyri meg leygardagin. Eg var nakað óheppin í einari støðu, og eg smekkaði so andlitið í. Men talan er tó ikki um nakran álvarsligan snudd, so tða er bara gott.
Og tað er í øllum førum ikki nakað, sum kann forða tær, tá dysturin er á skránni leygardagin?
- Nei, tað skal meira enn so til, sigur Símun Samuelsen.
Frá fjølmiðlum her og heima í Føroyum verður hesin dysturin gjørdur til nakað heilt serligt. Er Eysturríki eisini ein heilt serlig uppliving hjá tykkum spælarum?
- Tað haldi eg meg róliga kunna staðfesta. Bæði hjá okkum spælarum og hjá øllum føroyingum. Søgan sigur okkum jú, at tað var móti Eysturríki, at Føroyar komu á fótbóltskortið, so hjá okkum er hetta nakað eyka, og allir mans vilja verða partur av hesum dystinum.
Og tann javnleikurin, sum tit fingu móti Eysturríki seinast. Gevur hann eisini eina enn størri trúgv uppá, at tit kunnu skapa eitt úrslit leygardagin?
- Sjálvandi. Og sjálvur haldi eg í øllum førum, at vit skulu fara út eftir sensatiónini, hvørja ferð vit fara á vøllin fyri landsliðið, sigur Símun Samuelsen.