Ein lítil breyðmoli á lakinum hjá einum seingjarliggjandi sjúklingi kann elva til ólekjandi og pínufull sár. Og sár, sum ikki fáa røttu viðgerðina, kunnu hava við sær bruna, fepur, amputatiónir og í ringasta føri deyða. Hetta er helst eisini orsøkin til, at heili 400 heilsustarvsfólk hava teknað seg til evnisdagarnar um viðgerð av sárum veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum mikudagin og hósdagin.
Tað er danska fyritøkan Athena Healtcare sum kemur til landið at vísa nýggjastu viðgerðartilboðini,
umframt at danski serfrøðingurin Bo Jørgensen, yvirlækni á Videnscentret for Sárhelen á Bispebjerg Hospital, fer at halda fyrilesturin: Sárets ABC. Marjun Vilhelm, ið er sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í sárviðgerð, og sum arbeiðir í heimarøktini í Havn, tekur samanum og greiðir frá um, hvussu sár kunnu fyribyrgjast og um týdningin av tvørfakligum samstarvi á økinum.
Sár eru sjúkueyðkenni
Hon sigur við Sosialin, at tey høvdu ikki roknað við, at so nógv fólk fóru at tekna seg, men, at tey sjálvandi eru sera fegin um góðu undirtøkuna. Hon heldur, at hetta er eitt tekin um, at áhugin fyri økinum er stórur og at tørvur er á at gera meira við tað her í Føroyum.
- Vit mugu seta fokus á sár í føroyska heilsuverkinum, tí vit hava serfrøðingarnar, men økið er ikki samskipa, sigur Marjun Vilhelm.
Hon forklárar víðari, at sár eru symptom upp á aðrar sjúkur, tað kunnu vera áraknútar, æðrakálking, sukursjúku, skurðsár og trýstsár.
- Tað er alt um at vera, at sjúklingar við sárum fáa røttu røktina. Vandin við sárum er, at um tey fáa ikki røttu viðgerð, so versna tey. Í síðsta enda kunnu tey hava við sær amputatiónir, at fólk gerast avlamin, fáa infektiónir og í ringasta føri til deyða, endar hon.