Sær einki út við laksaprísinum

- Tað er stór tøka av fiski, men eftirspurningurin er avmarkaður, sigur laksavinnan.

 

 

iLaks, sum hvønn fríggjadag ger eina greining av spottprísum á laksi fyri vikuna sum stundar til, veit í dag at siga, at stór tøka av laksi fer at fáa prísin at lækka heldur enn veksa. 

Heimasíðan vísir til útflytara sum heldur, at talan kann gerast um prísfall á eina ella tvær krónur í vikuni. 

- Men, tað er kalt, og tá etur fiskurin minni. Tí kann tøkan eisini gerast minni, sum frá líður. 

Ein innflytari av laksi sigur, at tað verður nógvur stórlaksur á marknaðinum.

- Eg trúgvi, at fólk eru varin. Men, tað er eingin ivi um, at nøgdirnar eru stórar, leggur innflytarin aftrat.

iLaks veit úr vinnuni at siga, at roknast kann við prísum, sum fara at liggja um einar 45 norskar krónur fyri kilo, sum svarar til 32,60 krónur í okkara peningi.

- Laksur millum trý og seks kilo fer at fáa millum 44 og 46 norskar krónur fyri kilo - og laksur, sum er seks kilo og størri, fær helst einar tvær krónur minni fyri kilo.

In.fo kann endurtaka, at 45 norskar krónur, sum her verður sipað til, svara til umleið 32,60 krónur í okkara peningi.

- Tað er stór tøka av fiski og tálmaður eftirspurningur.

Ein alari sigur við iLaks, at prísirnir í næstu viku fyri laks, sum liggur millum trý og fimm kilo, kann koma upp á einar 50 krónur fyri kilo, sum er stívliga 36 krónur í okkara peningi - og stórlaksur fer helst at liggja millum 45 og 47 norskar krónur fyri kilo.

Tað er 33 krónur í okkara peningi.

Ein annar, sum eisini starvast í laksavinnuni, sigur í sms-boðum við iLaks, at hann væntar 48 norskar krónur fyri kilo av laksi, sum er millum trý og seks kilo - og einar 43 til 45 krónur fyri laks, sum vigar seks kilo ella meira.

In.fo kann leggja aftrat, at 48 norskar krónur, svara til stívliga 34 krónur í okkara peningi.

Greiningin hjá iLaks fyri spottprísir á laksi vísir tískil, at prísútlitini fyri næstu viku er heldur vánalig.