Sær betri út í B36

Lagið er gott í B36, sum seinnapartin fer norður til Streymnesar. Tríggjar tær seinastu ferðirnar er liðið farið av vøllinum við úrtøku, og nú eru allir spælararnir tøkir, eftir at skaðarnir leingi hava verið nógvir.

 

Teir í árstalsfelagnum tykjast vera serfrøðingar í at spæla javnt. Fimm av átta ferðum hava teir vunnið eitt stig.

 

Eftir sera trilvandi byrjan er EB/Streymur við at fóta sær. Fyri tveimum vikum síðani var úrslitið 6-0 heimasigur ímóti AB, og fyri viku síðani feldi EB/Streymur HB í steypakappingini. Tá var Egil á Bø í miðverjuni. Fyrr í vikuni hoyrdist úr Sundalagnum, at hann verður ikki við í dag, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við veteraninum, sum liðfelagarnir siga hevur alstóran týdning fyri liðið, hóast hann so at siga ikki hevur vant í ár.