Í nógv ár hevur verið vanligt at koyra gamlar og útlivaðar føroyskar bátar á nýggjársbál, og soleiðis varð eisini gjørt í ár. Tað kann vera hugvekjandi at síggja slíkar bátar, sum í nógv ár vóru partur av bygdamyndini, enda sína tíð á einum nýggjársbáli.
Onkrir av hesum bátum hava í eina hálva øld verið partur av umhvørvinum. Øðrvísi er, tá hetta eru gamlir og keyptir bátar, sum ikki hava sínar røtur ella ikki hava so drúgva søgu í bygdini, har teir endaðu á bálinum.
Tá nólsoyingar brendu bál nýggjársaftan, endaði báturin Aldan hjá Hans Martini Hansen á bálinum og á frálíku myndini, sum Evy T. Nielsen hevur tikið, síggja vit bátaeigaran, sum við sorgblídni sær bátin hjá sær fara upp í royk.
- Eg minnist ikki akkurát, nær vit keyptu Alduna, men tað eru longu fleiri ár síðan. Báturin varð smíðaður í Vágum, og tað var eisini haðani, hann varð keyptur, sigur Hans Martin Hansen.
Síðsta summar keypti hann sær eitt 6-mannafar úr glastrevju sum hevur fingið navnið, Aldan. Hans Martin Hansen heldur ikki, at Aldan er gamalt bátanavn í Nólsoy - í øllum førum ikki í hansara tíð.
- Hetta var annars ein vakur og góður bátur. Men, seinastu árini hevur hann staðið her sunnan fyri handilin hjá okkum. Nú var hann so illa farin, at vit avgjørdu at koyra hann á bálið, sigur hann.