SÍ punkteraði

Mansliðini hjá ÍF og SÍ spældu í gjárkvøldi í meistaradeildini í flogbólti. Ein dystur, sum sørvingar skuldu vinna, um teir skuldu halda fast í vónini um at fáa Fleyr aftur á stigatalvuni.
Eina løtu sá eisini gott út hjá vertunum. ÍF tók fyrsta settið greitt, men so kom SÍ ígongd. Teir tóku tey bæði næstu settini í stórum stíli, , men fuglfirðingar svaraðu tó aftur. Tá nervarnir av álvara komu í hásæti seinastu settini, vóru tað nevnliga teir, sum drógu longra stráðið í einum spennandi 3-2 sigri.
Fyri SÍ merkti tapið, at teir framvegis eru fimm stig aftan fyri Fleyr. Og hóast sørvingar framvegis hava spælt ein dyst færri, so mundi talan her meira ella minni vera um eina seinastu punktering av FM-vónini.
Fleyr hevur framvegis tríggjar dystir eftir at spæla, og fýra stig í hesum báðum vilja við 100% vissu plasera meistaraheitið í Havn.