At tað er tungt at fáast við almennar stovnar munnu flestu føroyingar skunna skriva undir upp á. Men at tað skal vera so tvørligt, sum hjá Alis og Hans Petur Joensen av Oyrareingjum, munnu tey fægstu vita.
Tá vit tosaðu við Stuðulsfólkaskipanina fyri børn fingu vit greitt at vita, at vit fingu ikki stuðul til bæði børnini. Og tá tú fær slík boð so gongur tú automatiskt út frá, at so fær tú í hvussu er stuðul til annað barnið, sigur Alis Joensen.
Hon og maðurin hava tvey børn ið hava serligan tørv fyri neyðuni, 5 ára gamla Frits og 12 ára gomlu Sunnrið. Frits hevur sýnt stóra framgongd, millum annað umvegis Petø-venjingarnar, og er nú á serligum stovni í Hoyvík, meðan Sunnrið framvegis má hava egnan stuðul.
Hennara stuðul er knýttur at Stuðulsskipanini fyri børn, eins og allir aðrir stuðlar, og tey hava eini hølir á skúlanum á Trøðni, so øll børnini eru saman. Stuðlarnir eru á skúlanum á Trøðni allan dagin, og eru lønt samsvarandi.
- Av tí at Frits er betri fyri, og tí hann var til Petø-skeiðið í apríl, valdu vit at søkja um stuðul til Sunnrið til hetta skeiðið í september, sigur Alis Joensen.
Umsóknin varð latin inn longu í mars mánað, men tá august var um at enda og einki svar kom, setti hon seg í samband við Stuðulsfólkaskipanina at frætta nærri.
Har fekk hon bara at vita, at eingin umsókn var komin. Men hetta var jú ikki rætt, og tað kundi Almannastovan eisini vátta. Umsóknin var komin í mars.
Kortini skrivar Stuðulsfólkaskipanin í svari sínum til Alis Joensen 1. september:
»Vegna stuttu freistina...«
Stuðulsfólkaskipanin gevur sostatt Alis Joensen skuldina fyri, at Stuðulsfólkaskipanin sjálv hevur søplað umsóknina burtur.
- Vit fingu onga frágreiðing annað enn, at fíggjarlig orka var ikki til staðar at lata stuðulin fylgja við Sunnrið til Petø-venjingarnar í Klaksvík, sigur Alis Joensen.
Hon og maðurin máttu tí sum frægast royna at taka sær frí fyri at dótturin kundi fáa alneyðugu venjingarnar.
- Tað gongur, tí vit hava so lagaligar stjórar, sum skilja okkara støðu, men eg eri vís í, at tað ikki hevði gingið allastaðni, sigur Alis Joensen.