Søpla 300 milliónir burtur

Tíverri ber ikki til at tosa fornuft við Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkin

- Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru til reiðar at søpla einar 250-300 milliónir í berari fáfongd.

Tað staðfestir Johan Petersen, formaður í Samhaldi, sum er lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy.

Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um støðuna í Sambandsflokkinum hesa seinastu vikuna í sambandi við orðaskiftið ríkisveitingina úr Danmark.

Hann vísir á, at Føroyar eru í undantaksstøðu, tí vælferðartænastur verða skerdar inn á bein.

- Sostatt eru vit í eini støðu, sum vit ikki sleppa undan at taka upp og tí er tað gott, at vit hava politikarar sum Edmund Joensen, Magna Laksáfoss og Alfred Olsen, sum reisa spurningin í samgonguni og vísa á, at í ríkisveitingini liggur ein inntøkumøguleiki, sum ikki verður troyttur.

Formaðurin í lokalfelagnum hjá Sambandinum í Eysturoy sigur, at tað er í hesum ljósinum, at rembingarnar seinastu dagarnar skulu síggjast.

Hinvegin heldur hann eisini, at formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, er í eini serligari støðu.

- Hann er eisini leiðari fyri alla samgonguna og tað má hann taka atlit til, sama hvussu tápuligir hinir samgonguflokkarnir eru og tað uppávuna megnar hann væl.

Hinvegin eru einstakir tinglimir í eini øðrvísi støðu, tí teir eru frælsari at føra síni egnu sjónarmið fram

Kortini viðgongur hann, at hann hevði nokk lagt sær orðini øðrvísi, enn Edmund Joensen hevur gjørt.


250-300 milliónir um árið

Johan Petersen vísir á, at verður prístalsreguleringin av blokkinum tikin av, fer tað at føra til eina eyka inntøku upp á góðar 100 milliónir um árið.

Men vinningurin fyri búskapin verður nógv størri enn so.

- Verða góðar 100 milliónir settar í umfar í Føroyum, kasta tær 250-300 milliónir krónur av sær í skattum, avgjøldum og ymsum virksemi.

- Í veruleikanum er tað hendan upphæddin, sum Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava sagt frá sær í berari fáfongd.

Hann staðfestir samstundis, at tað er ikki brot á samgonguskalið at prístalsviðgerðin verður strikað.

Tað stendur í samgonguskjalinum, at ríkisveitingin skal minka 15% av veruliga búskaparvøkstrinum.

Men tað merkir so aftur, at tá ið búskaparvøksturin er negativur, skal minkingin í ríkisveitingin eisini vera negativ.

Ella sagt við øðrum orðum: Tá ið búskapurin minkar, eigur ríkisveitingin at veksa.

- Tí er tað als ikki brot á samgonguskjalið at tosa um at hækka ríkisveitingina í hesum tíðum. Tvørturímóti er tað brot á samgonguskjalið at lata vera.

Men støðan er tíverri tann, at tað er onki alternativ til ABC samgonguna og tí mestsum noyðist hon at halda fram.

Johan Petersen sigur, at avleiðingin av stívrendu støðuni hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum verður, at fólk rýma av landinum.

Les eisini greinina: Ein beiskur biti hjá løgmanni at svølgja