SÍ og TB settu dagsskránna

Mjølnirkapping fyri yngri deildir var á skránni leygardagin 20. januar, og her fingu serliga dreingirnir hjá SÍ og TB góð úrslit

Mjølnirkapping:


Leygardagin 20. januar var Klaksvík karmur um stóra flogbóltskapping fyri yngri deildir. Liðini spældu í fimleikahøllunum í Klaksvík, á Fossanesi og í KÍ-høllini, og kappingin vardi so at siga allan leygardagin.
Kappast var í fýra aldursbólkum hjá dreingjunum. Dreingir 10, dreingir 12, dreingir 14 og mansunglingar. Eingin kapping var fyri teir 16 ára gomlu, tí at tað vísir seg ofta at vera trupult hjá feløgunum at manna lið til bæði dreingir 16 ár og mansunglingar, tí at teir 16 ára gomlu so ofta taka lut í unglingaaldrinum.
 
SÍ vann tveir aldursbólkar
SÍ gjørdist stóri vinnarin hjá dreingjunum. Í elsta aldursbólkinum, mansunglingum, eydnaðist teimum at vinna kappingina frammanfyri ÍF og Nøvuna. Hetta er helst ikki so óvæntað, tí at meistaradeildarliðið hjá SÍ, sum m.a. endaði í finaluni í Mjølnirkappingini fyri eldri deildir, er mannað av sera ungum leikarum, sum fleiri hava unglingaaldur.
Hetta gjørdist ikki teirra einasti sigur í kappingini. Sí vann eisini aldursbólkinum hjá teimum 10 ára gomlu. Her endaðu teir  frammanfyri Drátt og TB a, sum endaðu á ávikavist øðrum og triðja plássi. So framtíðin hjá sørvingum tykist vera sera góð innan flogbóltin.
 
TB vísir góðar taktir
Hjá teimum 14 ára gomlu vann ÍF kappingina. Hesin árgangurin hevur í fleiri ár fingið sera góð úrslit fyri fuglfirðingar, og teir megnaðu enn einaferð at vinna eina flogbóltskapping frammanfyri TB a og TB b.
Annars kann ein býta merkið í, at TB fekk sera góð úrslit á dreingjasíðuni í hesi kappingina. Hjá teimum 12 ára gomlu vann TB kappingina frammanfyri Mjølnir b og Mjølnir a, men sum heild vóru úrslitini hjá tvøramonnum sera góð. Teir endaðu á bæði øðrum og triðja plássi hjá teimum 14 ára gomlu, meðan teir 10 ára gomlu endaðu á triðja plássi. So framtíðin sær góð út hjá mansflogbóltinum á Tvøroyri.
 
 
Vinnarar hjá dreingjum:
 
Mansunglingar:


  • ÍF

  • Nøvan

  •  
    Dreingir 14:

  • ÍF

  • TB a

  • TB b

  •  
    Dreingir 12:

  • TB

  • Mjølnir b

  • Mjølnir a

  •  
    Dreingir 10:


  • Dráttur

  • TB a

  •  
     
    Medaljubýti:
    SÍ                  2 gull
    TB                 1 gull, 1 silvur, 2 bronsu
    ÍF                  1 gull, 1 silvur
    Mjølnir           1 silvur, 1 bronsu
    Dráttur           1 silvur
    Nøvan            1 bronsu